Mikudagin 23. januar vóru Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, og Turid Arge, aðalstjóri, á vitjan hjá Ílegusavninum.
Noomi. O. Gregersen, verkætlanarleiðari, og Katrin D. Apol, kunningarsamskipari, greiddu frá gongdini og framtíðarætlanunum við FarGen. Víst varð millum annað á, hvørja ávirkan ílegugransking longu hevur og í enn størri mun fer at fáa á framtíðar heilsuverkið.
Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum greiddi frá um skráirnar, sum stovnurin varðar av.
Marnar F. Kristiansen, lækni og Phd-lesandi, greiddi frá um sína áhugaverdu granskingarverkætlan innan krabbameinsepidemiologi.
Vit fegnast um vitjanina og eru glað fyri, at vit fingu høvið at hitta landsstýrismannin.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login