Herborg Zachariassen hevur síðsta hálvárið verið í starvsvenjing hjá Ílegusavninum við tilknýti til FarGen-verkætlanina. Herborg lesur til bioanalytikara á Københavns Professionshøjskole, har hon júst er liðug við 6. lestrarhálvu.
Starvsvenjingin er í høvuðsheitum farin fram á starvsstovuni hjá FarGen á iNova, har hon m.a. hevur arbeitt við eini verkætlan innan mýlska AB0-blóðflokkaáseting.
Vit fegnast um, at áhugin fyri at sleppa í starvsvenjing hjá okkum er so stórur. Tað er gott við íblástri frá teimum lesandi, og tey eru sera dugnalig og arbeiðssom.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login