Ert tú ein teirra, ið hevur fingið innbjóðing í kalendaran á Vanganum um at luttaka í FarGen? Vit eru varug við, at innbjóðingin er ógreið og kann misskiljast. EINGIN SKAL MØTA TIL KANNINGAR 1. JULI. Les nærri niðanfyri.
Í samstarvi við serlæknar í sjúkrahúsverkinum hava vit sent innbjóðingar út á Vangan til fólk, sum hava nakrar av teim sjúkunum, sum FarGen 2 granskar í: tarmbrunasjúku og ávísar giktsjúkur (spondylartropati).
Í innbjóðingini er ásett ein dagfesting 1. juli, sum kann tykjast sum ein avtalu um at møta ávísa tíð. Vit gera vart við, at hetta merkir IKKI, at tú skalt møta til kanningar tá. Dagfestingin merkir, at sjálv innbjóðingin gongur út henda dagin og hvørvur á Vanganum.
Tí heita vit á tey, sum ætla sær at taka av innbjóðingini, um sjálvi at bíleggja sær eina tíð til kanningar á kanning.fargen.fo.
Vit skulu tó gera vart við, at komandi mánaðin verður okkara virksemi merkt av feriu, men vit byrja aftur í august.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login