Ert tú ein teirra, ið hevur fingið innbjóðing í kalendaran á Vanganum um at luttaka í FarGen? Vit eru varug við, at innbjóðingin er ógreið og kann misskiljast. Les nærri niðanfyri.
Í samstarvi við serlæknar í sjúkrahúsverkinum hava vit sent innbjóðingar út á Vangan til fólk, sum hava nakrar av teim sjúkunum, sum FarGen 2 granskar í: tarmbrunasjúku og ávísar giktsjúkur (spondylartropati). Innbjóðingin sær soleiðis út á Vanganum:
Í innbjóðingini er ásett ein dagfesting, sum kann tykjast sum ein avtalu um at møta ávísa tíð. Dagfestingarnar eru antin 24. juni ella 1. juli. Vit vilja gera vart við, at hetta merkir IKKI, at tú hevur fingið hesa tíðina. Dagfestingin merkir, at sjálv innbjóðingin gongur út henda dagin. Tí heita vit á tey, sum ætla sær at taka av innbjóðingini, um at bíleggja sær eina tíð til kanningar á kanning.fargen.fo.
Kunna teg nærri her um nær og hvar vit gera kanningar næstu tíðina.
Orsaka ógreiðu boðini!
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login