Hesum spurningi fer Marjun á Fríðriksmørk Berbisá at arbeiða við í síni framløgu á Vísindavøku á ferð á Sandi í kvøld 15. sept.
Í Føroyum er títtleikin av tarmbrunasjúkum (IBD) lutfalsliga høgur. Orsøkin til høga títtleikan er ókend, men greitt er, at talan er um eitt samspæl millum eitt nú arv, immunverju, tarmbakteriur og umhvørvi. Í 2019 fór granskingarverkætlan í gongd, sum skuldi kanna hetta samspælið og greina, hví so nógv fólk í Føroyum fáa tarmbrunasjúkur – við øðrum orðum hví so nógvir føroyingar hava ilt í búkinum. Luttakararnir í samanberingarbólkinum í verkætlanini eru allir við í FarGen-verkætlanini.
Tiltakið í kvøld er á Sands bókasavni kl. 18.30.
Les meira um úrslitini frá verkætlanini her
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login