Tað gjørdist KT-húsið, sum vann útboðið at veita ambætaraútgerð til at byrja at menna eina superteldu til FarGen-verkætlanina. Níggju tilboð komu inn, og í gjár fall avgerð um, at tað verður KT-húsið, sum skal veita útgerðina til endamálið. Tilboðið var áljóðandi knappar 700.000 kr.
Tá genomið (arvastrongurin) hjá einum luttakara í FarGen er lisið, merkir tað, at genomið er talgilt og kann goymast sum dátur. Ílegurnar hjá hvørjum einstøkum menniskja er ein ovurhonds stór mongd av dátum. Tí setur bioinformatiska arbeiðið, altso greiningin av ílegudátunum, sera høg krøv til teldukraft og goymslu. Neyðugt er tí at menna eina sonevnda superteldu til bioinformatiska arbeiðið, og tað verður so í hesum føri KT-húsið, sum skal veita útgerð til endamálið.
Les meira um dátur og dátugoymslu í FarGen.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login