Umboð fyri FarGen hava hesa vikuna luttikið á Nordic Biobank Forum 2020, sum Ílegusavnið skipaði fyri.
Fakfólk frá biobankum úr Finnlandi, Svøríki, Noregi og Danmark vitjaðu í sambandi við ráðstevnuna, sum varð hildin fyri níggindu ferð.
Nordic Biobank Forum er eitt netverksforum har starvsfólk í norðurlendskum biobankum hittast og viðgera aktuell evni innan biobankavirksemi. Ílegusavnið er við í hesum foruminum fyri at tryggja, at okkara virksemið er á hædd við tað í grannalondum okkara.
Guðrið Andorsdóttir, stjóri í Ílegusavninum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá um Ílegusavnið. Pál Weihe, professari, sum hevur verið við frá byrjan í sambandi við biobankavirksemi í Føroyum, setti tiltakið og hugleiddi um gongdina í Føroyum frá 1990 til 2016, tá ið verkætlanin FarGen hjá Ílegusavninum fór í gongd.
Evnið, sum hevði størsta áhugan í ár, var akkreditering og sertifisering, og luttakarnir skiftu orð um royndir á hesum økinum. ISO-20387, sum er ein standardur fyri biobankar, fekk serliga nógva umrøðu.
Tað hava verið tveir góðir dagar, og tað er gott at hitta fakfólk úr okkara grannalondum. Hetta forumið gevur okkum møguleika at netverka og leggur lunnar undir møgulig samstørv. Tað er mennandi at hoyra um royndirnar hjá hinum biobankunum, og tað er góð vegleiðing hjá Ílegusavninum, sum eisini hevur sett sær sum mál at fylgja ISO-20387-standardinum.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login