Tíðindaskriv:
Við slagorðunum "Nú kanst tú tekna teg til FarGen" varpar lýsingaátak í dag ljós á, at nú er latið upp fyri tilmeldingum til FarGen-verkætlanina hjá Ílegusavninum.
Allir føroyingar og øll, sum búgva í Føroyum, kunnu nú tekna seg sum luttakarar í FarGen-verkætlanini. Kravið er, at tú ert í minsta lagi 18 ár.
Teknar tú teg til FarGen-verkætlanina, skalt tú lata eina blóðroynd. Títt DNA verður uppreinsað úr blóðinum, sum síðani verður talgildað og skrásett í einum dátugrunni. Dátugrunnurin skal menna ein pall, sum letur upp fyri gransking í ílegum og arvaligum sjúkum, og mennir møguleikarnar fyri fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum.
Málið er at lesa arvastreingin hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Í fyrstu atløgu verða arvastreingirnir hjá 1.500 føroyingum lisnir, og talgildu dátur teirra verða skrásettar í einum dátugrunni hjá Ílegusavninum. Kannað verður ikki, hvat úrslitini siga um sjúku og arvaeginleikar hjá tí einstaka, men dáturnar verða bert viðgjørdar í samlaðum høpi at finna fram til eitt sonevnt tilvísingargenom. Eitt tilvísingargenom vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum.
Granskarar kunnu søkja um loyvi til at fáa atgongd til dátur í dátugrunninum, men luttakarin ger í hvørjum einstøkum føri av, um hann vil luttaka í ávísu granskingarverkætlanini.
FarGen er ein verkætlan hjá Ílegusavninum, sum er stovnur undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login