Síðstu mánaðirnar hevur Lisa Joensen verið í starvsvenjing hjá Ílegusavninum, har hon hevur verið knýtt at FarGen. Lisa lesur á 6. lestrarhálvu til bioanalytikara á Københavns Professionshøjskole.
Starvsvenjingin er farin fram á starvsstovuni hjá FarGen á iNova, har Lisa m.a. hevur arbeitt við at uppreinsa DNA og gjørt klárt at lesa blóðroyndir til COVID-19-granskingarverkætlanina, sum Ílegusavnið/FarGen stendur fyri. Eisini hevur hon verið partur av eini granskingarverkætlan innan bróstkrabba. Lisa hevur ikki arbeitt við NGS (Next Generation Sequencing) áður, og hon sigur, at hetta hevur verið sera læruríkt hjá henni.
Hon er nú farin undir endaligu ritgerð sína, sum snýr seg um arbeiðið við COVID-19-royndunum. Eftir ætlan verður hon liðug við útbúgvingina í summar.
Ert tú lesandi, kanst tú møguliga gerast partur av FarGen-toyminum eitt tíðarskeið. Vit hava javnan lesandi í starvsvenjing, og til ber eisini at skriva lestraruppgávu í samstarvi við okkum. Les meira her
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login