Ólavur Mortensen er ph.d-lesandi hjá FarGen, og hann arbeiðir við at greina ílegufrøðiliga fjølbroytnið hjá føroyingum. Ph.d-verkætlanin hjá Ólavi skal geva eina fatan av populatiónsgenetiska bygnaðinum hjá føroyska fólkinum. Populatiónsgenetikk snýr seg um at greina ílegufrøðiligu arvagongdina gjøgnum ættarlið og ta ávirkan, henda gongdin hevur á ílegufjølbroytnið hjá einum fólkabólki – í hesum føri hjá føroyingum.
Hoyr áhugaverda samrøðu við Ólav um hansara verkætlan her.
Samrøðuna gjørdi Elin Michelsen til sendingina Tey forvitnu, sum varð send í Kringvarpi Føroya í februar 2020.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login