Vágafólk taka ógvuliga væl ímóti okkum, nú vit eru á vitjan har vesturi í tveir dagar. Tá latið varð upp fyri bíleggingum í síðstu viku, gekk minni enn eitt samdøgur, til allar tíðirnar vóru tiknar. Vit avgjørdu tí at koyra dupult, so tvífalt so nógv sluppu til kanningarnar, og eisini tær tíðirnar vórðu tiknar beinanvegin.
Í gjár møttu 26 fólk til kanningar í Læknaviðtaluni í Miðvági, og í dag vænta vit 33 fólk á gátt hjá okkum.
Stóra takk fyri góðu móttøkuna og fyri tykkara íkast til gransking í føroyskum ílegum.
Mynd: E. Kaspersky/ www.brodyaga.com
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login