Hetta var ein av spurningunum, sum varð tikin upp, tá umboð fyri Etiska ráðið og FarGen vitjaðu næmingar á Miðnámi í Vestmanna í gjár. Evnið, sum var á skrá, var etikkur og genomvísindi.
Menningin innan genomvísindini gongur skjótt, og granskarar hava ment tøkni, sum ger, at innan fá ár fer møguliga at bera til at ”sniðgeva” børn og at umvæla ílegubrek hjá fólki við arvaligum sjúkum. Men er tað rætt? Eiga vit at førka okkum henda vegin?
Tøknin ger eisini, at tú fyri ein lutfalsliga bíligan penga í dag kanst fáa eina greining av tínum íleguprofili við at senda eina spýttroynd til privata fyritøku uttanlands og afturfyri fáa upplýst tíni sannlíkindi fyri at fáa ávísar sjúkur. Men ert tú til reiðar at lofta vitanini, sum kanningin kann veita? Eru úrslitini viðkomandi fyri onnur enn teg? Hvat kann veitarin brúka tínar upplýsingar til? Og hvør skal gera av, hvar mørkini skulu ganga?
Hóast nógvir av spurningunum sluppu at standa ósvaraðir, so kunnu teir vera við til at víðka grundarlagið at taka støðu út frá. Tí sum Marjun Bæk frá Etiska ráðnum segði, so snýr etikkur seg um hjálp til at velja ta røttu atferðina.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login