"Spyr korona eftir, hvør tú ert?" var heitið á fyrilestri, sum Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, helt á Vísindavøkuni 2020. Í fjør fingu vit hálva millión krónur frá Granskingarráðnum til at kanna, um ílegusamansetingin hjá fólki, sum høvdu verið smittað við COVID-19, hevur týdning fyri, hvørji sjúkueyðkenni persónarnir fingu, og hvussu hart sjúkan rakti.
Endamálið var at kanna: 1) um ávísar ílegur hava samband við ymisk sjúkueyðkenni, og harvið um ílegumunur er millum tey, sum hava álvarslig sjúkueyðkenni og tey, sum nærum eingi hava, og 2) um ávísar ílegur kunnu verja teg ella økja vandan fyri smittuni. Hugsandi er, at slík vitan kann fáa ein týðandi leiklut í framtíðar viðgerð ella fyribyrging av koronusmittuni.
Til ber at síggja fyrilesturin, sum leggur fram nøkur fyribils úrslit frá kanningunum her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login