Ólavur Mortensen, bioinformatikari hjá FarGen, fekk í gjár játtað útvið 950.000 kr. í fígging frá Granskingarráðnum til Ph.d.-verkætlanina Greining av genetiska fjølbroytninum hjá føroyingum.
Ph.d-verkætlanin skal geva eina fatan av populatiónsgenetiska bygnaðinum hjá føroyska fólkinum. Populatiónsgenetikk snýr seg um at greina genetisku arvagongdina gjøgnum ættarlið og ta ávirkan, henda gongdin hevur á genetiska fjølbroytnið hjá einum fólkabólki – í hesum føri hjá føroyingum.
Verkætlanin er partur av FarGen-verkætlanini hjá Ílegusavninum og fer at styrkja munandi um grundarlagið fyri gransking í arvaligum sjúkum í Føroyum. Føroyar verða mettar sum eitt genetiskt avbyrgt fólk, og Ph.d-verkætlanin skal skapa eina fatan av, hvussu ílegusamansetingin hjá føroyingum er. Málið er at menna eina skrá, sum vísir títtleikan av íleguvariantum hjá føroyingum, og tað er eitt gott bakstøði fyri gransking í arvaligum sjúkum.
Ílegusavnið hevur gott grundarlag fyri arvagransking, tí tey hava ment eina Ættarbandsskrá, sum er eitt ættartræ yvir føroyingar frá uml. 1650 til í dag. “Ættarbandsskráin setur okkum í eina serstøðu og letur upp fyri greiningum sum júst teimum í Ph.d.-verkætlanini hjá Ólavi, so vit eru ógvuliga fegin um fíggingina frá Granskingarráðnum,” sigur Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari hjá FarGen.
Ólavur Mortensen er 27 ár og útbúgvin sivilverkfrøðingur í støddfrøði á Danmarks Tekniske Universitet. Hann hevur starvast hjá Ílegusavninum við FarGen-verkætlanini í eitt ár. Ph.d-verkætlanin er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Fróðskaparsetur Føroya og Aarhus Universitet.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login