Tíðindaskriv:
Fólkaheilsustýrið hevur nú verið í gongd við at útvega luttakarar til FarGen 2 í eitt ár, og luttakaratalið hevur júst rundað helvtina av setta málinum, sum er 3.500 luttakarar. Undirtøkan frá føroyingum er sera góð, men ásannast má tó, at ávísir bólkar framvegis eru lættari at røkka enn aðrir. Mynstrini eru tey somu sum áður: Kvinnurnar eru fúsari at luttaka enn menninir, fólk í 50-árunum eru serliga væl umboðað, meðan alt ov fáir luttakarar eru oman fyri 70 ár. Higartil hevur áhugin fyri at luttaka verið størstur í miðstaðarøkinum og syðra parti av landinum, meðan Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar enn eru lutfalsliga undirumboðaðar. Ynskiligt er við umboðan av kyni, aldri og landafrøði, sum samsvarar lutfalsliga við føroyska fólkið, so átøk verða nú gjørd fyri at røkka einum javnari býti.
Áhugi fyri ávísum sjúkum
FarGen hevur serligan áhuga fyri fólki við ávísum sjúkum. Eitt av ítøkiligu málunum við FarGen er at kanna fýra sjúkubólkar við høgum títtleika í Føroyum. Sjúkurnar eru diabetes, tarmbrunasjúka, høgt blóðtrýst og ávísar giktsjúkur (spondylartropati), eitt nú Bechterews sjúka. Málið er at eyðmerkja ílegur og onnur lívfrøðilig mát, sum kunnu vera orsøk til hesar sjúkurnar í Føroyum.
Fyri hagfrøðisligu styrkina í kanningunum er tørvur á lutfalsliga nógvum luttakarum við hesum sjúkunum. Tí fer Fólkaheilsustýrið í samstarvi við serlæknar í Sjúkrahúsverkinum málrættað til verka við at senda innbjóðingar um at luttaka í FarGen til føroyingar, sum bera nevndu sjúkurnar.
Persónlagað medisin
Úrslitini frá kanningunum kunnu fáa til vega upplýsingar, sum kunnu vera við til at menna persónlagað medisin. Persónlagað medisin byggir á vitan um ílegurnar hjá einstaklinginum og letur upp fyri at málrætta viðgerðina í størri mun.
Hóast Fólkaheilsustýrið komandi tíðina fer meira málrættað út eftir ávísum bólkum, so eru øll, sum eru 18 ár og eldri, framvegis vælkomin at luttaka í FarGen.
FarGen 2 er eitt samstarv millum Fólkaheilsustýrið, Sjúkrahúsverkið, Københavns Universitet, Ríkissjúkrahúsið og amerikansku fyritøkuna, Variant Bio.
Til ber at tekna seg til FarGen á kanning.fargen.fo
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login