Í síðstu viku kunngjørdi Granskingarnevndin, hvørjar verkætlanir hava fingið játtað granskingarstuðul. Ein av hesum verkætlanum var ACE-verkætlanin hjá Tóri Sjúrðarson, cand.scient í humanfysiologi. Tórur, sum nú verður ph.d.-lesandi, hevur fingið 1,1 mió. kr. í stuðli til at halda fram við ACE-verkætlanini, sum hann fór undir í 2019 í samstarvi við FarGen.
48 luttakarar vóru í ACE-verkætlanini, og teir luttóku í umfatandi kropsligum kanningum og harðari venjing. Kanningar vísa, at virknið hjá einum ávísum enzymi, ACE, hevur týdning fyri, hvussu nógv gagn fólk hava av kropsligari venjing. Í ACE-verkætlanini verður kannað, um ávísir variantar av íleguni, sum kota fyri ACE, ávirka virknið hjá enzyminum, og harvið hvat gagn fæst burtur úr kropsligari venjing. Tað nýggja við ACE-verkætlanini er, at kannað verður, um til ber at manipulera við ACE-virkninum hjá frískum fólki við heilivágsviðgerð, og tí fekk helvtin av luttakarunum virknan heilivág, og hin helvtin fekk placebo.
Við nýggju stuðulsjáttanini ber nú til at útbyggja hesa verkætlanina og gera fleiri kanningar.
Hjartaliga til lukku við stuðlinum og góða eydnu við ph.d.-ini, Tórur.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login