Ættarbandsskráin hjá Ílegusavninum er ein ættartalva við øllum føroyingum, og fevnir hon um tíðarskeiðið frá umleið 1650 til í dag. Ættarbandsskráin verður brúkt til heilsugransking og er eitt hent amboð í sambandi við ílegugransking, tí til ber at kanna sambandið millum ættarbregði og sjúku, sum er tongt at ílegubreki.
Í Ættarbandsskránni eru nógvar spennandi upplýsingar. Til dømis ber til at síggja, at av teimum 158.000 føroyingunum, sum eru skrásettir í skránni, eru 149.000 í familju við ein ávísan mann, og tískil kann sigast, at øll hesi eru skyld. Eisini vísir Ættarbandsskráin, at ávís kvinna, sum átti sítt fyrsta barn í 1880, í dag hevur 3474 beinleiðis eftirkomarar.
Hoyr meira um hetta og annað í útvarpssendingini, Vitan, frá 18. juli 2017 í Kringvarpi Føroya.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login