Í dag hevur Vísindavøka 2020 verið í Kongshøll í Havn. Tiltakið varð skipað øðrvísi enn undanfarin ár, tí atlit var tikið til koronustøðuna. Korona ella COVID-19 var eisini snúningsásin á tiltakinum, og fyribrigdið varð viðgjørt úr m.a. málfrøðiligum, sosialum, heilsufrøðiligum, búskaparligum og samskiftisligum sjónarhornum.
Rúm var kortini eisini fyri fyrilestrum, sum viðgjørdu onnur øki, og sum góvu eina mynd av breiddini í føroyskari gransking í løtuni.
FarGen hevði tveir fyrilestrar á skránni:
Noomi O. Gregersen: "SPYR KORONA EFTIR, HVØR TÚ ERT? Hevur tín ílegusamanseting týdning fyri sjúkugongdina hjá COVID-19?"
Ólavur Mortensen: "ÆTTARBOND, ÆTTARBREGÐI OG ÍLEGUR - Háttaløg í sambandi við Ættarbandsskránna".
Takk til Granskingarráðið fyri enn einaferð fyrimyndarliga at hava skipað fyri Vísindavøkuni.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login