FarGen hevur síðani 2011 havt eina játtan á føroysku fíggjarlógini, og fyri 2022 er játtanin áljóðandi 3 mió. kr, sum fara einamest til rakstur. Danska Fólkatingið hevur latið FarGen-verkætlanini fígging í tveimum umførum: 10 mió. kr í 2015-2016 og 3 mió. kr í 2018.
Umframt almennu fíggingina hevur FarGen eisini fingið stuðul frá Betri til at keypa tøkniligan útbúnað (1,5 mió. kr í 2017) og til at lesa ein part av royndunum (200.000 kr í 2019).
Til FarGen 2 letur samstarvsfelagin hjá Ílegusavninum, Variant Bio, 10 mió. kr, sum í høvuðsheitum fara til ílegulesing.
Arbeitt verður støðugt við at útvega fígging til ítøkiligar verkætlanir við at fáa í lag granskingarsamstørv, at søkja pening úr granskingargrunnum, frá vinnufyritøkum og øðrum íleggjarum. Ognarrætturin til dáturnar í FarGen-dátugrunninum kann sambært Ílegulógini undir ongum umstøðum avhendast.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login