Málið við FarGen 1 var at lesa genomini hjá 1.500 føroyingum, sum sjálvbodnir teknaðu seg til verkætlanina, og at menna eitt føroyskt tilvísingargenom. Endamálið var at menna ein pall til gransking í føroyskum ílegum. Kortleggingin av føroysku genomunum læt saman við upplýsingum úr m.a. heilsuverkinum og Ættarbandsskránni upp fyri at betra um møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og –viðgerð í heilsuverkinum.
Endamálið var at byggja upp eitt undirstøðukervi við einum dátugrunni við ílegudátum, sum granskarar kunnu søkja um at fáa atgongd til. Luttakarar skulu í hvørjum einstøkum føri lata samtykki til at vera partur av granskingarverkætlanum. Fleiri verkætlanir hava longu arbeitt við FarGen-dátum. Sí yvirlit yvir verkætlanir her.
Luttakarar í FarGen 1 eru partur av føroyska tilvísingargenominum, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum og kann eyðmerkja íleguvariantar, sum eru at síggja í Føroyum. Tilvísingargenomið er eitt hent amboð hjá granskarum og læknum, tí tað kann brúkast sum samanberingargrundarlag.
FarGen 1 fór undir at útvega luttakarar í september 2016, og málið varð rokkið í februar 2018, tá farið var upp um 1.500 luttakarar, sum var fyrsta málið. Luttakarar í FarGen 1 skuldu lata eina blóðroynd til genomlesing og svara einum spurnablaði við spurningum um bakgrund, heilsu, lívsstíl og hugburð til gransking.
Fyri at luttaka í FarGen 1 skuldi tú m.a. kunna teg um verkætlanina og lata samtykki til luttøku við einum kunningar- og samtykkisskjali. GG. Hetta skjalið er IKKI galdandi longur.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login