Við genomkanningum ber til at fáa ógvuliga grundleggjandi vitan um okkara lívfrøðiliga arv. Í nøkrum førum kann orsøkin til ávísar sjúkur staðfestast, og í besta føri ber til at fyribyrgja ella viðgera sjúkuna. Úrslitini frá genomkanningum kunnu tó vera ógreið og vitanin um ílegurnar og genomið avmarkað, og tí ber ikki altíð til at staðfesta orsøkina til sjúku.
Genomkanningar kunnu eisini hava við sær ivamál og geva tær vitan, sum er trupul at handfara. Neyðugt er at geva sær far um við bæði møguligar fyrimunir og váðar við genomkanningum.
Fyrimunir við FarGen 2
Menning av dátugrunni, sum skapar fortreytir fyri og stimbrar genom- og heilsugransking.
Betri grundarlag fyri at lýsa møguligar orsøkir til lutfalsliga høga títtleikan av diabetes 2, høgum blóðtrýsti, tarmsjúku og spondylartropati (rygsøjlegigt) í Føroyum.
Skapa grundarlag fyri persónlagaðum medisini.
Økt vitan um upprunan hjá føroyingum.
Samstarv við útlendskar granskarar kann menna granskingarumhvørvið í Føroyum.
Váðar við luttøku
Teir váðar, sum kunna standast av at luttaka í verkætlanini, eru í høvuðsheitum:
eymleiki, har stungið verður, tá blóðroyndin verður tikin
onkur úrslit kunnu elva til stigmatisering av ávísum bólkum
at brot á navnloynd og dátutrygd kunnu henda
at teldusníkar fáa hendur á dátunum
at eitt ílegubrek, sum kann elva til sjúku, av tilvild verður funnið – ein sonevnd hjáfinning.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login