Tíðliga í vár fingu 267 kvinnur, sum eru partur av FarGen, innbjóðing at luttaka í einum samanberingarbólki í granskingarverkætlan um arvaligan bróst- og eggjastokkakrabba (HBOC). Áhugin fyri at luttaka hevur verið rættiliga stórur, og útvið 200 kvinnur hava játtað at vera við í samanberingarbólkinum. Latið verður nú aftur fyri tilmeldingum, og farið verður undir fyrstu kanningarnar.
Talan er um case/kontroll-kanningar, sum samanbera ílegudátur hjá kvinnum, sum hava havt HBOC (case), við dáturnar hjá kvinnum, sum hvørki sjálvar hava havt HBOC ella hava næstringar við HBOC (kontroll). Tilsamans luttaka um 250 kvinnur, sum allar eru 50 ár ella eldri, í verkætlanini.
Altjóða tøl vísa, at 5-10 % av bróstkrabba- og 10-15 % av eggjastokkakrabbatilburðunum eru arvaligir. Útlendskar kanningar vísa, at orsøkin til HBOC í stóran mun liggur í ílegum sum BRCA1 og BRCA2. Hóast kanningar av føroyskum sjúklingum vísa, at HBOC partvís tykist vera arvalig í Føroyum eins og aðra staðni, so hevur higartil ikki borið til at staðfest tær ílegur, sum eru atvoldin til HBOC hjá føroyingum. Endamálið við hesi verkætlanini er tí m.a. at eyðmerkja ílegur, sum kunnu vera orsøk til arvaligan bróst- og eggjastokkakrabba í Føroyum.
Vit takka øllum tykkum, sum luttaka í HBOC-verkætlanini.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login